fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 9.4m/s

Leita á in.fo

21 ára gami maðurin, Jake Thomas Patterson, er handtikin og skuldsettur fyri dráp og rán.

Vilmund Jacobsen 12.01.2019 (12:05)

21 ár og skuldsettur fyri dráp og rán

Á einum tíðindafundi í gjár fortaldi amerikanska løgreglan, at 21 ára gami maðurin, Jake Thomas Patterson, er handtikin eftir at tað eydnaðist hini 13 ára gomlu, Jayme Closs, at flýggja úr húsum hansara í býnum, Gordon, Wisconsin í USA, hósdagin.

 

Jake Thomas Patterson er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið 56 ára gamla, James Closs og 46 ára gomlu konu hansara, Denise Closs – og fyri at hava rænt dóttir teirra, 13 ára gomlu Jayme, úr heiminum hjá familjuni í býnum Barron í Wisconsin.

 

Sherif Chris Fitzgerald segði á tíðindafundinum, at brotsgerðin hevur verið væl og neyvt løgd til rættis, og at maðurin gjørdi nógv fyri at krógva sín samleika yvirfyri myndugleikum og almenninginum.

 

Í oktober, tá hendingin fór fram, fekk løgreglan eitt ”hint” um, at okkurt var á vási, tá tey móttóku eitt ”akut-uppkall” frá telefonin á adressuni hjá familjuni. Eingin svaraði í hinum endanum, men aftan fyri hoyrdist róp. Fyri at kanna málið nærri, fór løgreglan út á adressuna, og tá funnu tey dripnu hjúnini – og dóttirin var sporleyst burtur.

 

Nú tríggjar mánaðir seinni er hin 13 ára gamla funnin á lívi, eftir at hon helst hevur verið rænd og afturhildin av sínum rænara. Kanningar hjá løgregluni hava víst, at Jayme Closs var til steðar í heiminum, tá morðini vórðu framd. Tí stúrdi løgreglan eisini fyri, at hon varð vorðin rænd.

 

Fleiri enn 2000 sjálvboðin vóru við í leitingini, har leitað varð bæði í skógum, økjum og sjógvum nær húsunum hjá familjuni í vónini um at finna gentuna. Seinni bjóðaði FBI eisini 25.000 dollarar fyri tips um, hvar gentan kundi vera.

 

Men, í seinasta enda eydnaðist tað Jayme Closs sjálvari at flýggja.

 

Amerikanska løgreglan sigur, at hin 13 ára gamla helst hevur verið einasta mál í allari brotsgerðini. Sherif Chris Fitzgerald sigur, at brotsmaðurin av sínum eintingum er farin eftir gentuni. Nú er 21 ára gamli, Jake Thomas Patterson, so handtikin og skuldsettur fyri ræningina og fyri drápini av foreldrum hennara.

 

Jake Thomas Patterson kemur helst fyri rættin í USA ein av komandi døgunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her