21 feløg í samhugaverkfall mánadagin

Mánadagin fara 21 fakfeløg í 24 tíma samhugaverkfall við Pedagogfelagið. Fráboðanin er handað Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum fyri løtu síðani.

 

Talan er bara um limir hjá fakfeløgunum, sum arbeiða hjá tí almenna og kommunum.

 

Tey 21 fakfeløgini eru:

1.     Maskinmeistarafelagið

2.     Ljósmøðrafelag Føroyar

3.     Heilsurøktarafelagið

4.     Ergoterapeutfelagið

5.     Magistarafelagið

6.     Føroya Tekniska Lærarafelag

7.     Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

8.     Starvsmannafelagið

9.     Bioanalytikarafelagið

10.Heilsuhjálparafelag Føroyar

11.Føroya Handverkarafelag

12.Landsfelag Handverkaranna

13.Yrkisfelagið Miðnám

14.Føroya Lærarafelag

15.Havnar Arbeiðskvinnufelag

16.Kost- og Føðslufelagið

17.Fysioterapeutfelag Føroyar

18.Føroya Verkfrøðingafelag

19.Føroya Byggifrøðingafelag

20.Arkitektafelagið

21.Skipara- og Navigatørfelagið