23 undirskriftir at fáa René Toft Hansen við

Danski landsliðshondbóltsspælarin, René Toft Hansen, ið hevur ein albogaskinnara, hevur fingið at vita frá Altjóða Hondbóltssambandinum, at hann ikki sleppur at spæla við skinnaranum, av tí at jarn er í skinnaranum.

 

Av hesi orsøk hevur Danmark sett seg í samband við tey 23 luttakandi londini í HM kappingini.

 

René Toft Hansen sleppur at spæla við, um tey 23 londini góðtaka tað.

 

Danmark spælir móti Bahrain í kvøld klokkan 16.45