fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Mynd: Faroefish.fo

Danjal av Rana 10.01.2018 (09:12)

24 fólk afturat uppsøgd á Bakkafrosti

24 fólk á sláturvirkinum hjá Bakkafrosti í Kollafirði vórðu uppsøgd í gjár.

 

Tað váttar Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. 

 

Hann sigur, at hetta er tengt at virkseminum í Kollafirði.

- Virkið í Kollafirði hevur bara eina uppgávu í løtuni, og tað er at slakta fyri Marine Harvest. Teir fara ikki at taka fisk aftur fyrr enn seinni í vár, og tí mugu starvsfólkini sigast upp, nú eingin laksur er at slakta, sigur Regin Jacobsen.

 

Regin Jacobsen sigur, at nú verða ikki fleiri uppsagnir í virkinum komandi tíðina. 

 

Virksemi hjá Bakkafrost er alt flutt inn á Glyvrar og virki í Kollafirði tekur sær tí einans av at slakta laks fyri Marine Harvest.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her