24 milliónir á muni at byggja skúlan

Tað er stórur munur á dýrast og bíligasta tilboðnum at byggja nýggjan skúla á Oyrarbakka.

 

Tilboðini upp á at byggja nýggja skúla og ítróttarhøll við Streymin vórðu latin upp í dag.

 

Seks tilboð komu upp á arbeiðið, og var prísurin sera ymiskur. Munurin millum hægsta og lægsta tilboðið var yvir 23,7 milliónir krónur.

 

Sp/F Jóan Petur Vang Byggimeistari hevði lægsta tilboðið, sum ljóðaði upp á 62,6 milliónir krónur, og hægsta boðið átti TG-Verk, sum beyð sær at gera arbeiðið fyri 86,3 milliónir krónur

 

Tilboðini vóru hesi:

 

MTHøjgaard      

kr. 76.318.317,00,-

Búsetur  

kr. 66.755.971,70,-

TG-Verk       

kr. 86.336.195,00,-

Jóan Petur Vang, Byggimeistari

kr. 62.629.219,00,-

KBH

kr. 63.644.864,00,-

Kanjon

kr. 68.198.400,00,-

 

Metingin frá ráðgevarunum var á 62,4 milliónir krónur.

 

– Tilboðini verða nú kannað, og støða verður so tikin til, hvørjum boði tikið verður av, siga tey í Sunda kommunu.