Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 16.06.2016 (11:51)

30 ár síðani Erlendur doyði

Í dag eru 30 ár síðani Erlendur Patursson, formaður Tjóðveldisfloksins, doyði.

 

Erlendur Paturssin var 72 ár, tá hann doyði – og hóast heilsuni bilaði, so komu deyðsboðini brádliga.

 

Erlendur varð føddur í Kirkjubø 20. august í 1913. Hann var sonur Jóannes Bónda Patursson og Guðny. Hann fór ungur til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Í Oslo tók hann 1. part í búfrøðislestri, fullgíggjað cand. polit prógv tók hann á Keypmannahavnar Universiteti í 1942.

 

Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk.

 

Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins 14. September, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.

 

Erlendur Patursson varð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi í 1954. Hann var afturvaldur í 1958 og í 1962, men fall fyri Demmusi Hentze úr Fólkaflokkinum í 1966. Í 1970 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi við metnógvum atkvøðum – 780 persónligum atkvøðum.

 

Erlendur var afturvaldur fýra tey næstu valini – seinastu ferð í 1984. Tá Erlendur Patursson doyði í 1986 tók Hans Jacob Debes, sáli, við tingsessi hansara sum næsti maður á listanum.

 

TRÝST HER fyri at síggja, hvat Sosialurin skrivaði í næstu útgávu um Erlend Patursson


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her