fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Mynd: Landsverk / Heinesen myndir

Hallur av Rana 10.08.2018 (13:19)

3.500 fólk vóru á gátt hjá Glasi

Ein serliga fagnaðurdagur var í Marknagili í gjár, tá nýggji bygningurin hjá miðnámsskúlanum Glasir loksins bleiv handaður Mentamálaráðnum. Landsverk, ið var byggiharri í verkætlanini, boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at umleið 3.500 fólk vóru á gátt í skúlanum, ið framyvir skal húsa øllum miðnámsskúlaútbúgvingum í høvuðsstaðnum. Tá flest fólk vóru í bygninginum, undir sjálvari móttøkuni, taldi Landsverk 1.900 fólk.


Upplýst verður, at kostnaðurin fyri bygningin, ið er umleið 19.500 fermetrar til støddar, er settur at vera 636,5 milliónir krónur. Hetta svarar til 32.600 krónur, tá maskinur og innbúgv eru íroknaði.


- Samanbera vit kostnaðin við aðrar stórar byggiverkætlanir bæði her í Føroyum, men eisini aðrastaðni – eitt nú í Danmark – so haldi eg, at vit hava fingið nógv fyri peningin. Nevnast kann, at Skúlin á Fløtum her við síðuna av eftir ætlan fer at kosta umleið 33.000 krónur fyri fermeturin. Nýggi Legobygningurin, Legohouse í Billund, sum BIG eisini hava teknað, kostaði 50.000 krónur fermeturin. Eg kundi nevnt fleiri dømir við líknandi ella hægri fermetrakostnaði, men lat tað fara, segði Ewald Kjøbro í røðu síni.


Hann upplýsti eisini, at undir allari tilgongdini hevur Landsverk havt sáttmálar við 31 arbeiðstakarar, 11 veitarar av innbúgvi og 7 reingerðarfyritøkur. Í sjálvum byggitíðarskeiðinum hava í miðal umleið 150 fólk arbeitt á byggiplássinum, sum í tímum svarar til umleið 640 ársverk tilsamans.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her