40 ár síðani: Rænt týskt flogfar heima aftur

Tíðindini um, at týskir elituhermenn stormaðu eitt rænt Lufthansa-flogfar í Somalia í 1977 og bjargaðu 90 gíslum bórust víða.

 

Tað var ein av djarvastu bjargingaratsóknum í 1970'unum, tá týskir elituhermenn fyri 40 árum síðani stormaðu eitt rænt Lufthansa-ferðafólkaflogfar í høvuðstaðnum í Somalia, Mogadishu.

 

Palestinsku rænararnir vórðu allir skotnir, meðan teir 90 gíslarnir komu undan við lívinum.

 

Í gjár kom flogfarið, eitt Boeing 737, kent sum »Landshut«, aftur til Týsklands.

 

Flogfarið hevur staðið og rustað í Brasilia síðstu áratíggjuni. Ætlanin er, at tað víðagitna flogfarið skal standa sum minnisvarði yvir eina ófriðarliga tíð.

 

Víðagitna kommandoálopið í Mogadisjuu var eitt symbol upp á tíðarskeið, sum var nevnt »týska heystið«.

 

Týski staturin var tá í kríggi móti víðgongdu vinstrasinnaðu Bader-Meinhof bólkin – eisini kendur sum Rote Armee Fraktion (RAF) – sum var teirra altjóða sameindi.

 

»Landshut« kom í gjár til suðurtýska býin Friedrichshafen. Veingirnir vóru tikinr av, so tað kundi flytast úr Brasilia til Týsklands í tveimum risastórum russiskum flutningflogførum.

 

– Tað var deiligt, at »Landshug« er aftur, segði Aribert Martin, ið sum limur í týska elitubólkinum GSG 9 var við til at storma flogfarið í 1977.

 

Fýra limir í Fólkafrontinum til Frælsi Palistina (PFLP) rændu flogfarið á flogtúri frá Mallorca til Frankfurt.

 

Flogfarið helt fram næstu fimm dagarnar ein ræðsluvekjandi túr fyri teir 90 gíslarnar. Lufthansa-flogfarið tók brennievni fleiri staðir á vegnum – í Evropa, í Miðeystri og í Afrika.

 

PFLP kravdi 11 limir í RAF lætnar leysar úr týskum fongslum.

 

Á fimta degi, 18. oktober í 1977, tá flogfarið stóð á flogbreytini á flogvøllinum í Mogadishu, settu gíslatakararnir fram eitt ultimatum.

 

Teir hóttu við at bresta bumbur, sum teir høvdu við umborð, og teir stoyttu alkohol yvir ferðafólkini, fyri at tryggja sær, at eldurin skuldi spreiða seg skjótt.

 

Um náttina vóru 30 týskir kommandohermenn komnir til floghavnina. Og ultimatumið hjá gíslagtakarunum bleiv teirr signal.

 

Servandu hermenninir lupu á flogfarið aftanífrá – úr blindum vinklum – og kluvu upp eftir stigum til hurðar og neyðhurðar. Tá teir vóru inni, eydnaðist tað innan fá sekund at drepa tríggjar gíslatakarar og særa tann fjórða illa.

 

Eftir dramaið helt flogfarið fram í tænastu fyri Lufthansa. Síðani fyri fronsk, indonesisk og at enda braliskt flogfelag.

 

Tað er týska uttanríkisráðið, sum hevur keypt flogtfarið fyri 20.000 evrur – slakar 150.000 krónur.

 

– Tað er eitt livandi minnismerki fyri frælsa samfelagið, sum noktar at geva seg av ótta fyri yvirgangi, sigur Sigmar Gabriel, týskur uttanríkisráðharri.

 

Flogfarið skal setast upp á flogsavni í Dornier nærindis Bodensee.

 

/ritzau/AFP