40 íbúðir í Klaksvík og eldraíbúðir í Havn

– Men um løgtingið samtykkir at gera ójavnan millum privatar og almennar útleigarar størri, so eru vit ikki við.

– Men um løgtingið samtykkir at gera ójavnan millum privatar og almennar útleigarar størri, so eru vit ikki við.

 

Tað sigur stjórin í størsta privata bústaðafelagnum, Gordon Rajani, í blaðnm Vinnan, sum er ískoytisblað í Sosialinum í dag.

 

Íbúðarfelagið Mark hevur bygt lestraríbúðir í Marknagili í Havn. Fyrra byggistigið í verkætlanini hjá eru tær 38 íbúðirnar, sum eru lidnar og sum eru leigaðar út. Seinna byggistigið fevnir um 42 íbúðir afturat á økinum í Marknagili.

 

Gordon Rajani, stjóri í Mark sigur, at tær íbúðirnar koma í summar og standa væntandi uppi til ólavsøku ella í augustmánaði. Síðani skulu tær gerast klárar, trappur, svalar, fasadur, tekja og annað skal gerast, eftir at íbúðirnar eru settar upp.

 

– Vit vænta, at síðst í árinum verða tær klárar at flyta inn í, sigur hann.

 

Við í verkætlanin er tá eisini eitt felagshús til leigararnar niðriundir upp á umleið 120 fermetrar. Eisini verður eitt goymslurúm til leigararnar upp á umleið 100 fermetrar. Harumframt verður eitt felags vaskarí til leigararnar eisini á økinum.

 

– Men umframt hetta, so hava vit eisini fingið fyrispurning úr Klaksvík um at gera okkurt har, sum minnir um hetta, men ikki so stórt. Har er talan um at gera umleið 40 íbúðir. Og tá verða tað íbúðir, sum eru størri, enn tær minstu, sum eru í Marknagili, sum tvey fólk kunnu búgva í. Hesar íbúðir eru 32 fermetrar til støddar – og tá er talan um innanduramát.

 

– Vit hava fingið ávíst øki, kommunan er positiv.

 

Triðja verkætlanin hjá Mark er at gera íbúðir uppi við Oyggjarvegin í Havn, oman fyri har sum Nordbil hevur bilasølu.

 

– Har hugsa vit meira um íbúðir til eldri fólk, sigur Gordon Rajanin, sum tó sigur, at hetta enn er sum  »fuglar á takinum«.

 

– Vit hava tekningar, hvussu tað kann gerast. Men vit ikki tikið endaliga støðu, til allar smálutirnar. Allir partaeigarar eru samdir um, at fyrst gera vit verkætlanina í Marknagili lidna, so Klaksvík og so Oyggjarvegin, sigur Gordon Rajani.

 

Stjórin í privata íbúðafelagnum er ser misnøgur við ójøvnu kappingina frá tí almenna. Hann finst harðliga at uppskotinum frá landsstýriskvinnuni í bústaðamálum, Eyðgunn Samuelsen, sum hevur lagt fyri tingið uppskot um broytingar í leigulógini. Uppskotið fer at gera ójavnan millum privatar og almennar útleigarar størri, sigur Gordon Rajani, sum vísir á, at uppsagnartíðin hjá teimum, sum leiga frá Bústøðum, verður longd til tveir mánaðir og at leigari skal vera úti tvær vikur, áðrenn leigumálið gongur út.

 

Tey sum leiga frá privatum útleigara fara framvegis at hava ein mánað uppsagnartíð og kunnu vera í leigumálinum, til tað gongur út.

 

Íbúðarfelagið Mark hevur gjørt rættarnevndini greitt, at um landið leggur fleiri forðingar fyri privatu útleiguvinnuna, so gera teir ikki fleiri íløgur á hesum økinum.

 

Í Sosialinum í dag er nógv meira at lesa um málið.

 

TRÝST HER fyri at lesa Sosialinum í talgildari útgávu.