40 myrd í álopi á moskur í New Zealandi

Forsætisráðfrúan í New Zealandi, Jacinda Ardern, upplýsir at 40 eru deyð og 20 álvarsliga skadd í álopinum á tvær koskur í býnum Christchurch í nátt

Forsætisráðfrúan í New Zealandi, Jacinda Ardern, upplýsir at 40 eru deyð og 20 álvarsliga skadd í álopinum á tvær moskur í býnum Christchurch í nátt.

 

Sambært Reuters sigur forsætisráðfrúa, at tað eisini eru 20 álvarsliga skadd. Álopið verður harumframt nevnt »sum eitt væl tilrættislagt yvirvangsálop«. Álopini hava ikki verð á yvrigangslistanum hjá løgregluni.

 

Tilsamans 48 fólk verða viðgjørd fyri skotsár sambært Sky News.

 

Forsætisráðfrúan sigur eisini, at hóttanarstøðið er økt til tað hægst møguliga.

 

Í nátt okkara tíð vórðu tvær moskur í newzealendska býnum Christchurc álopnar. Fýra persónar eru handtiknir.

 

Millum teirra er ein avstralskur ríkisborgar, sum hevur givið út fremandafíggindaligt manifest, sum lýsir ætlanir hansara fyri álpinum.

 

Ein video, sum er at finna á internetinum, vísir áhugnaligar upptøkur frá aðrari moskuni, har illgerðarmaðurin fer gjøgnum bygningin og skýtir eitt fólk fyri og annað eftir.

 

Løgreglan í Christchurch ávarar fólk um at hyggja eftir harðrendu upptøkunum og at deila hana á netinum.

 

Eftir skottilburðin við tær tvær moskéirnar í Christchurch hevur løgreglan avmontera tvær bumbur, sum eru funnar í býnum.

 

/ritzau/