42 deyð í tokvanlukku í Egyptalandi

Sjónvarpsmyndir vísa, at annað tokið er koppað eftir samanstoytin í Alexandria.

 

Í minsta lagið 42 fólk doyðu og 133 fingu skaða í einum toksamandstoyti í Alexandira í Norðuregyptalandi í gjár. Tað upplýsir heilsumálaráðið í Egyptalandi fyri Reuters.

 

Tvey tok stoyttu frontalt saman.

 

Annað lokomotið varð tveitt av jarnbreytini, meðan tveir vognar av hinum tokinum koppaðu av sporinum, upplýsir tíðindastovan Mena.

 

Leiðarin á lokalu sjúkrabilatænastuni sigur við tíðindastovuna AP, at vanlukkan hendi í økinum Khorshid í syðra parti av býnum.

 

Annað tokið kom úr Kairo, meðan hitt var á veg úr Port Said í norðrara parti av Suez-veitini.

 

Myndir í eyptiska ríkissjónvarpinum vísa annað av tokunum, sum er koppað í samanstoytinum.

 

Á vanlukkustaðnum síggjast bjargingarfólk, sum bera deyð og skadd til sjúkrabilarnar.

 

Sambært talsmanni fyri egyptiska flutningsmálaráðið er orsøkin til vanlukkuna helst feilur í øðrum tokinum.

 

Feilurin førdi við sær, at tokið mátti steðga á jarnbreytini, og varð so ákoyrt av hinum tokinum.

 

Sambært heilsumálaráðnum vórðu sendir 75 sjúkrabilar á vanlukkustaðið. Tey skaddu er øll send til ymisk sjúkrahús í Alexandria, upplýsir varaheilsumálaráðharrin, Sharif Wadi, til egyptiska sjónvarpið.

 

Abdel Fattah al-Sisi, forseti, hevur sent samkensluskriv til familjurnar hjá teimuum deyðu og hevur sett í gongd eina kanning fyri at finna tey, ið hava ábyrgdina av vanlukkuni.

 

Vanlukkan í gjár er tann ringasta í Egyptalandi síðani november í 2012, tá eitt tok koyrdi á ein buss við skúlabørnum. Tá doyðu 47 fólk.

 

Tann vanlukkan førdi til, at nógv vórðu søgd úr starvi av táverandi flutningsmálaráðharranum og stjóranum fyri egyptisku jarnbreytirnar.

 

Síðani er komið fram, at ein jarnbreytareftirlitsmaður hevði ábyrgdina av vanlukkuni, tí hann sovnaði á vaktini.

 

/ritzau/