50 ár síðani løgmaður doyði

Í dag eru 50 ár síðani Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði – og í dag fyllir Aksel V. Johannesen, løgmaður, 46 ár

Í dag eru 50 ár síðani Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði – og í dag fyllir Aksel V. Johannesen, løgmaður, 46 ár

 

Tað var tann 8. november í 1968, at deyðsboðini bórust av Petur Mohr Dam, løgmanni og formanni Javnaðarfloksins. Petur Mohr Dam hevði fylt 70 ár tríggjar mánaðir frammanundan.

 

Tað var ongantíð hent áður, og tað hevur ongantíð hent síðan, at ein sitandi løgmaður er deyður. Petur Mohr Dam hevði tá verið í landspolitikki í 40 ár. Hann var annar teirra, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin, tá hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1928. Petur Morh Dam gjørdist løgmaður eftir løgtingsvalið í 1958, tá Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu landsstýri. Eftir valið í 1962 tók Sjálvstýrislandsstýrið, men eftir valið í 1966 skipaðu sonvendu heimastýrisflokkarnir aftur landsstýri. Petur Mohr Dam var løgmaður í tilsamans seks ár.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis á forsíðuni dagin eftir deyða løgmans, hin 9. november í 1968:

 

»PETUR MOHR DAM slóknaður

 

Tað kendist sum eitt nívandi skýggj søkk seg niður yvir Havnina, tá fólk í gjár varnaðust, at Merkið varð drigið á stong úti í Tinganesi fyri síðani at verða hongt í hálva stong, og stutt eftir sóust fløggini so við og við verða drigin á hálva stong kring allan Havnar bý.

 

Føroya løgmaður var farin, hann var stillisliga sovnaður inn í deyðan, eftir at hann hevur verið sjúkur og ofta seingjarliggjandi alt hetta árið.

 

Petur Mohr Dam andaðist í gjár, fríggjadagin 8. november kl 13:30 á Landssjúkrahúsinum.

 

Petur Mohr Dam er føddur í Skopun 11. august í 1898, og var sostatt 70 ára gamal.

 

Fyri sjey vikum síðani varð P. M. Dam lagdur inn á Landssjúkrahúsið, beint áðrenn hann eftir ætlanini skuldi verða leiðari av sendinevndini til Grønlands, men hevur annars alla tíðina verið aktivur í løgmansstarvi sínum, og hava fundir verið hildnir úti á sjúkrastovu hansara alla hesa tíð, til so seint sum mikudagin í hesari vikuni.

 

Fyrradagin tók sjúkan so brádliga og ringa vend, og nú kom so endin brádliga.

 

Vit kenna djúpa samkenslu við hansara nærmastu, men eisini verður saknurin og sorgin at kennast víða hvar um landið, nú Petur Mohr Dam er farin.

 

Tá fløggini fóru í hálva stong, kendist tað skjótt sorgardámur á fólki, og skjótt frættiast munn av munni, at Petur Mohr Dam var farin.

 

Menn fara – maður kemur í mans stað, men fáur verður hann, sum er so íðin, so treystliga og klókliga er sameindur í tí manni, sum nú er farin. Hann stríddist alla sína tíð, hann stríddast til deyðan.

 

Tað hevur ongantíð, meðan Petur Mohr Dam hevur staðið í broddi Javnaðarfloksins, verið nakað ivamál, hvør setast skuldi í mest krevjandi størv floksins. Hann var sjálvskrivaður sum hin evnaríki og nú sum hin best kendi og umtókti politikarin, ið Føroyar áttu.

 

Eitt lív í støðugum stríði er lokið, ein maður, sum ogantíð hugsaði um at spara seg ella at gevast á hondum, hevur lagt frá sær – heilt til tað seinasta var hann virkandi.

 

Ein ótrúliga ágrýtin og framskygdur maður hevur nú lagt árarnar inn.

 

Vit kenna djúpan sakn.«

 

 

Tríggir mans sótu í landsstýrinum í 1968. Saman við Petur Mohr Dam í landsstýrinum sótu tá Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum og Sámal Petersen úr Sjálvstýrisflokkinum.

 

Nýtt landsstýrið varð skipað 19. november í 1968. Kristian Djurhuus, sum hevði verið varaløgmaður, tók við løgmansembætinum, og Javnaðarflokkurin fekk í staðin fyri løgmann tveir landsstýrismenn: 35 ára gamla Jákup Lindenskov úr Havn og 44 ára gamla Villa Sørensen úr Klaksvík.

 

Men feigdin var aftur eftir Javnaðarflokkinum. Tí nýggjársmorgun í 1970 doyði Villi Sørensen brádliga, einans 46 ára gamal. Petur Mohr Dam og Villi Sørensen eru teir einastu, sum eru deyðir, meðan teir hava verið í starvi sum ávikavist løgmaður og landsstýrismaður.

 

8. november var ofta valdagur. Tað var hann øll løgtingsvalini frá 1946 til 1966. Petur Mohr Dam doyði soleiðis upp á dagin mitt í valskeiðnum.

 

8. november hevur ikki verið valdagur síðani 1988. Men 8. november er eisini føðingardagur hjá okkara núverandi løgmanni, Akseli V. Johannesen, sum fyllir 46 ár í dag.