Leita á in.fo

Inni á verkstaðnum hjá Kommunalu Brennistøðini verður bilurin gjørdur klárur til pressuna.

Vilmund Jacobsen 10.02.2019 (10:31)

50 tons av akkumlatorum úr Føroyum

Tá bilar verða umhvørvisviðgjørdir til pressuna á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, fer hetta fram inni á verkstaðnum, har ymiskt verður tikið av og úr bilunum, eitt nú bensin, diesel, oljur, akkumlatorur og katalysatorur.

 

Stjórin, John Erik Hansen, sigur, at allir katalysatorar verða kliptir av bilunum, tí tað eru onkur metallir í teimum, sum góður prísur fæst fyri. Tað fer heldur eingin bilur í pressuna við akkumlatori í. Hesir verða allir tiknir úr og sendir av landinum í bingjum.

 

- Men, tað ber ikki til at fylla eina heila bingju bara við akkumlatorum, tí teir viga so nógv. Tí verður vektin í bingjuni tillagað við øðrum tingum eisini, sigur stjórin, sum vísir á, at flestu akkumlatorar í dag eru hermetiskt lukkaðir, sum hann tekur til.

 

Í yvirliti fyri árini 2012 til og við 2018, sum In.fo hevur fingið frá Kommunalu Brennistøðini, sæst, at nøgdin av akkumlatorum, sum fara av landinum, liggur millum 30 og 60 tons um árið. Í 2017 og 2018 var talan um ávikavist 42 og 51 tons. Taka vit 2016 við, var talið hetta árið 60 tons.

 

Sambært yvirlitinum fóru bara 19 tons av akkumlatorum av landinum í 2015, og her heldur stjórin, John Erik Hansen, at bland kanska er komið í onkur tøl hetta árið. Annars vísir yvirlitið, at nøgdin av akkumlatorum í 2012 var 30 tons, 2013 (38), 2014 (52), 2015 (19), 2016 (60), 2017 (42) og í 2018 (51 tons).

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her