50 vøggustovubørn fleiri enn væntað

Í Tórshavnar kommuna hava tey ein positivan trupulleika. Tað er, at 50 børn fleiri enn væntað er skrivað upp til vøggustovupláss.

 

– Hetta er sjálvandi ein postivur trupulleika, sum vit fegin vilja loysa, sigur Gunvør Balle, sum er forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Býráðið hevur tí í fystu syftu latið upp ein fyribilsstovn í Arnes Minde í Bringsnagøtu, har ein stovnur hevur verið seinastu árini, til húsini vórðu seld til Havnar Kirkju.

 

– Hesin stovnurin verður bara fyribils, tí vit mugu finna pláss til øll børnini, áðrenn vit hava ta endaligu loysnina, sum er at útbyggja verandi stovnar, sigur Gunvør Balle.