533 tilburðir staðfestir í gjár

Men talið av smittaðum er enn høgt

Í gjár vóru 533 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Hetta er nakað minni enn tølini seinastu dagarnar, har metið hevur verið tikið fleiri ferðir. Fyrradagin vóru til dømis heili 727 tilburðir staðfestir, og dagin fyri var talið 636.

 

Øll tey 533 smittaðu hava fingið boð.

 

3606 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

 

Í løtuni eru 3859 smittað - og nú er eingin innlagdur vegna ella við koronu í Føroyum.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast í dag.

 

– Sera góð tøl frá heilsumyndugleikunum í dag. Eingin er innlagdur av og heldur ikki við koronu. Annars hevur tað allatíð verið minst ein innlagdur seinastu tveir mánaðirnar, men nú er altso eingin, skrivar hann á Facebook.