fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.06.2017 (16:53)

58 fólk deyð í eldinum í London

Tað kann taka vikur ella longri at fáa fatur á líkunum og identifisera øll tey, sum doyðu í háhúsaeldinum í London. 

 

Myndugleikarnir halda, at i alt 58 fólk eru deyð. Tað eru í øllum førum 58 búfólk í Grenfell Tower háhúsinum í Londin, sum eru meldað saknað eftir eldin, og løgreglan sigur, at tí má gangast út frá, at tey eru deyð. 

 

 

Arbeiðið við at fáa hendur á líkini í bygninginum er sett á pausu av trygdarorsøkum. Bjargingarfólkini eru komin til tops á stóra bygninginum, men tað er vandi fyri, at trygdin ikki er í lagi í háhúsinum, og tí er steðgur í bjargingararbeiðnum.  Í alt 600 fólk búðu í bygninginum. 

 

 

/ritzau/AP