fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.8m/s

Leita á in.fo

Mattias Kapnas vann Stellu Polaris í 2014

Danjal av Rana 11.01.2017 (12:30)

60 kappast um Norðstjørnuna

Tá freistin at tekna seg til ársins Stella Polaris tónleikakapping var úti, høvdu 60 ungfólk úr øllum landinum teknað seg til kappingina.

 

Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar føroyskar klassiskar tónleikarar, sum varð hildin á fyrsta sinni í 2014. Musikkskúlanevndin í Tórshavnar Musikkskúla er saman við Eik Banka stigtakari til kappingina. Eik Banki er høvuðsstuðul saman við Norðurlandahúsinum. Harumframt stuðla Konsertfelagið og Atlantic Airways við vinningum.

 

Kappingin verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 2. – 4. februar.

 

Kappingin er skipað í tríggjar bólkar.

•           Aldursbólkinum til og við 13 ár. 

•           Aldursbólkinum 14 til og við 18 ár. 

•           Aldursbólkinum 19 til og við 24 ár.

Innleiðandi umførini í  bólkunum verða hildin hósdagin 2. og fríggjadagin 3. februar. Leygarkvøldið 4. februar er finalan, har seks luttakarar úr bólkunum kappast um fyrstu, aðru og triðju virðisløn. Eftir ein stuttan steðg verður ein hátíðarløta, har virðislønir verða handaðar vinnarunum í øllum aldursbólkum.

 

Í mun til undanfarin ár er ætlanin at gera meira burturúr teimum yngru luttakarunum í Stella Polaris. Tí eru virðislønirnar hækkaðar, umframt at eina triðja virðisløn er løgd afturat í báðum yngru bólkunum.

 

Eins og seinasta ár letur Konsertfelagið vinningar. Harumframt er ein heilt nýggjur vinningur komin afturat, har Atlantic Airways letur eitt gávukort á DKK 3.000,- til vinnaran í hvørjum bólki at brúka á rutunetinum.

 

Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

 

Eins og undanfarin ár, hevur tað eydnast Musikkskúlanevndini at fáa altjóða viðurkendar tónleikarar við í dómsnevndina.

 

Dómsnevndarforkvinna er norska Tine Thing Helseth, sum er víðagitin og virdur trompetleikari. Umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking er konsertmeistarin í íslendska symfoniorkestrinum Sigrún Eðvaldsdóttir. Umboð fyri Føroya Symfoniorkestur er dirigenturin Bernharður Wilkinson, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla er urguleikarin Gudmundur Mortensen og selloleikarin Tór Verland Johansen er umboð fyri áhoyrararnar.