Leita á in.fo

Barbara Holm 20.03.2017 (09:50)

600 fyritøkur vilja byggja múrin hjá Trump

Fremst vallyfti hjá Donald Trump er nú við at gerast veruleiki. 

 

 

 

Trump lovaði nevniliga uppundir amerikanska forsetavalið, at hann fór at lata ein múr byggja millum USA og Mexico. Eingin almenn ætlan er framløgd um byggingina av múrinum, men sambært Finans.dk er 27 milliardir oyramerktar til múrin í fíggjarætlan, sum Trump administratiónin hevur lagt fram. 

 

 

 

Yvir 600 fyritøkur hava víst hesari verkætlan áhuga. Tær flestu fyritøkurnar eru lítlar og miðalstórar fyritøku í Texas ella California, skrivar Finans.dk frá CNBC.

 

 

 

Trump hevur fleiri ferðir lovað, at meksikanarar sjálvir fara at rinda fyri múrin, men tað hevur meksikanska stjórnin afturvíst. Og í Washington lovað demokratarnir, at teir fara at atkvøða í móti einum og hvørjum fíggjaruppskotið, sum hevur við múrin at gera.