70.237 renna føðingardagsrenning við krúnprinsinum

Yvir 70.000 fólk hava meldað seg til Royal Run, og tað kann sambært fyrireikara verða eitt av heimsins størstu rennitiltøkum.

 

70.237 fara í dag at renna saman við Fríðriki krúnprinsi.

 

Tí so nógv høvdu í gjár meldað seg til renningina.

 

– Hetta er nógv meira, enn vit høvdu roknað við, sigur Jakob Larsen, stjóri í Dansk Atletik Forbund.

 

– Við 70.000 luttakarum man tað vera um tað lagið, at Royal Run verður heimsins størsta rennitiltak í 2018 og eitt av størstu rennitiltøkum yvirhvøur, heldur hann.

 

Hvussu stórt tað verður, vil hann tó bíða við at siga, til tiltakið hevur verið, og tá endaliga talið av luttakarum er skrásett.

 

Eitt annað stórt rennitiltak á dansk-svenskari jørð var Brúgarrennignin yvir Oyrasund í 2000 við 80.000 luttakarum.

 

Men fleiri av teinunum, sum rennast skulu – serliga á teininum One Mile, sum svarar til 1.609 metrar, er einki pláss eftir.

 

Tann renniglaði krúnprinsurin byrjar í Aalborg í morginári klokkan 9. Síðani fer hann at renna í hinum býunum, Aarhus, Esberg og Odense sum perlur á snóri. Í hesum fýra býum skal krúnprinsurin renna 1.609 metrar.

 

Í Odensen fer krúnprinsessan Mary at renna saman við honum. Hon fer tó at renna 10 kilometrar.

 

Seinni seinnapartin kemur krúnprinsurin til Keypmannahavn, og har er tað hansara túrur at renna tann langa teinin.

 

Jakob Larsen hevur givið gætur, at nógvir av teimum, sum hava meldað seg til, eru nýggir rennarar.

 

Á stutta teininum er tað triðihvør tilmeldaði, sum er nýbyrjari.

 

– Tað er at fegnast um, at vit hava gjørt eitt tiltak, sum tey hava huga at vera við til.

 

– Vit vænta, at flestu teirra fáa blóð upp á tonna og fara at renna enn meira, sigur Jakob Larsen.

 

Krúnprinsurin segði í gjár, at hann gleðir seg til at renna saman við dønum, men vildi ikki gera ov nógv av, hvussu nógv hann sjálvur fór at renna.

 

– Eg havi havt trupulleikar við rygginum seinastu tíðina, sum gera, at eg ikki kann renna, sum eg fegin vildi, sigur hann í einum sjónbandabroti, sum kongshúsið hevur almannakunngjørt á Facebook.

 

– Tað verður ikki talan um tey stóru metini frá mínari síðu, men eg verði so í øllum býunum, og eg gleði meg, sigur hann.

 

Royal Run er fyri at hátíðarhalda, at krúnprinsurin leygardagin 26. mai fyllir 50 ár.

 

Handan tiltakið stendur Dansk Atletik Forbund, DGI og Danmarks Idrætsforbund (DIF).

 

/ritzau/