8 meldað eftir kanningar hjá Danske Bank

Fleiri starvsfólk eru koyrd til hús, og átta starvsfólk eru meldað til løgreglnuna, eftir at Danske Bank hevur kannað viðurskiftini um hvítvasking av pengum í bankadeildini í Estlandi

Í sambandi við stóru innanhýsisfrágreiðingina um hvítvask í estisku deildini hjá Danske Bank eru fleiri starvsfólk uppsøgd og meldað til løgregluna.

 

Tað segði nevndarformaðurin í Den Danske Bank, Ole Andersen, á tíðindafundi í morgun, har niðurstøðan varð løgd fram.

 

– Tað er greitt, at talan var um serliga álvarslig brot bæði í Estlandi og á konsernstøði. Yvir 100 starvsfólk og leiðarar eru kannað, segði Ole Andersen.

 

– Frágreiðingin finst harðliga at fleiri persónum. Hesir eru ikki longur starvsfólk í bankanum – ella verða ikki longur starvsfólk í bankanum, segði hann.

 

– Kanningarnar eru ikki komnar til ta niðurstøðu, at estisk starvsfólk hava framt lógarbrot. Men kortini eru í átta førum fólk meldað til løgreglnuna, segði Ole Andersen.

 

Innanhýsiskanningin, sum varð kunngjørd í morgun, er higartil hápunktið í eitt ára longu tilgongdini, har møgulig hvítvasking av pengum millum annað úr Russlandi og Aserbajdsjan gjøgnum estisku deildina hjá Danske Bank frá 2007 til 2015 eru avdúkað.

 

Málið er stig fyri stig grivið fram í Berlingske Business, sum í yvir eitt ár hevur havt eyguni við misteinkiligum peningastreymum upp á í minsta lagi 53 milliardir krónur, einum ignoreraðum whistleblowera og mistanka um, at leiðslan visti okkurt um málið.

 

Í maimánaði kom ein atfinngarsom frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum, og bæði estisk og donsk løgregla kannar málið. Higartil er eingin alment skuldsettur ella revsaður í málinum.

 

Meðan fleiri fólk í Estlandi eru meldað til løgregluna, so er kanningin ikki komin fram til, at hvørki forstjórin, Thomas Borgen, nevndarformaðurin, Ole Andersen, ella restin av nevndini hevur gjørt nakað ólógligt.

 

– Vit eru ikki komin fram á, at framdir eru rættarligir feilir, hvørki hjá forstjóranum ella nevndini, sum kunnu føra til rættarliga ábyrgd.

 

– Tað er ikki í donskum rætti kollektiv ábyrgd, sigur Ole Spiermann frá Bruun & Hjehle, sum hevur staðið á odda fyri kanningini hjá Danske Bank av hvítvasking í Estlandi.

 

/ritzau/