fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.10.2017 (14:58)

80 børn í hondbóltsskúla í Vági

Í heystfrítíðini hevur afturvendandi hondbóltsskúlin hjá VB verið í høllini vesturi á Eiðinum. Suðurrás skrivar, at undirtøkan var sera góð aftur í ár, eini 80 børn og ung.

 

Venjingarnar fara fram í ítróttarhøllini umframt í venjingarhølunum hjá ítróttaháskúlanum og í fimleikahøllini í Vágs skúla.

 

- Fyriskipararnir lata sera væl at og børnini hugna sær óført, samstundis sum tey fáa møguleika at mennast sum hondbóltsspælarar, skrivar Suðurrás.

 

Seinasti dagur í hondbóltsskúlanum er í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her