90 ára gamal enskur filmur úr Havn

Hetta enska filmsbrotið, sum er at síggja á Youtube, er úr Havn og er tikið upp í øllum førum fyri 1928.

 

Talan er um ein bretskan dokumentarfilm, ið eitur Home of the Vikings og snýr seg í mestan mun um Ísland, men eitt brot er úr Føroyum, og eitt sindur verður fortalt um Føroyar.

 

Tað var danin, Leo Hansen, sum filmaði í 1927. Enska talan er løgd á í 1934. Filmar við ljóði vunnu fram í 1929.

 

Vit síggja øll húsini undir Kjallara, sum vórðu tikið burtur í sambandi við, at Sjóvinnubankin bygdi sín høvuðsbygning har í 1932.

 

Norðasta av húsunum undir Kjallara var Ísaksstova. Hon varð tikin niður nøkur ár frammanundan – í 1928.

 

Gamla og smala Gongin í Havn er enn varðveitt millum Nýggjustovu og Fútastovu og Bajanstovu og Vertshúsið. Áðrenn tey átta húsini undir Kjallara máttu dvína fyri Sjóvinnubankanum, var Gongin eins smøl har, sum hon er í norðara enda.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja filmsbrotið.