Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 14.03.2019 (18:05)

94 leiguíbúðir til minst 200 fólk undir Kongavarða

Lendið undir Kongavarða verður nú selt til íbúðarbygging. Tað hevur Tórshavnar býráð samtykt á eykabýráðsfundi í kvøld.

 

Samtyktin er fyrsta stigið tikið til, at MARK kann fara undir at byggja 94 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum.

 

Pláss til 200 fólk

Tá ið verkætlanin er liðug, fara eini 200 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar í Tórshavnar kommunu.

 

Flestu íbúðirnar verða 60 fermetrar við tveimum kømurum. Haraftrat verða íbúðir við tveimum kømrum, sum eru 45 fermetrar umframt íbúðir við trimum kømurum, sum eru 90 fermetrar.

 

Leiguíbúðirnar verða gjørdar í trimum lonum, og byggingin er í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir.

 

Á økinum, har leiguíbúðirnar verða bygdar, verða 98 parkeringsbásar. Haraftrat verða gjørd 30 nýggj felags parkeringspláss til grannarnar.

 

 

Fyrstu ferð við privatum aktørum

Hetta er fyrstu ferð, kommunan hevur samtykt at bjóða út lendi eftir ávísum treytum, har privatir koma framat og byggja leiguíbúðir í høvuðsstaðnum.

 

- Nú verður farið undir at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið og ætlaðu byggingina. Serstaka byggisamtyktin fer síðani til hoyringar, skrivar kommunan.

 

Til ber longu nú at skriva seg upp til leiguíbúðirnar á Argjum á heimasíðuni mark.fo hjá MARK, sum byggja, eiga og umsita íbúðirnar.

 

Tórshavnar kommuna skipar í kvøld klokkan 19 fyri borgarafundi um íbúðarbyggingina. Fundurin verður í Skúlanum á Argjahamri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her