Á løbihjóli runt Føroyar

Gjáramorgunin setti eitt par úr Kekkia upp á Kunningarstovuni í Klaksvík. Tey vóru komin á rennihjóli ella løpihjuli, vanliga kallað úr Hvannasundi, har tey høvdu ligið í telti. Leiðin lá nú til Tórshavnar.

 

Alt viðførið klæðir, telt og aðrir hentleikar hingu á løbihjulinum. Á stýrinum var kort, sum vísti veg, eisini var ein GPS´ari og ein ferðmátari.

 

Ein onglendingur kom eisini framvið og undraðist á ferðaháttin. Hann vildi eisini vita um javnvágin ikki var vánalig, tá ið so nógv hekk uppi við stýrið. Nei, tað hildu tey ikki, so slapp onglendingurin at royna ein lítlan túr á Biskupstøð, og undraði tað hann, hvussu lættiliga tú kundi føra løbihjulið – helst tí tú stendur so niðarlaga.

 

Til ferðina høvdu tey sett av 14 dagar í Føroyum. Tey hildu tó, at tað var tungt at ferðast í Føroyum á henda hátt, tí her eru so nógvar brekkur. Men løgdu tey afturat við einum smíli, tað eru at kalla líka nógvar undanbrekkur, og tá lata vit fjúga.

 

Tey vístu til heimasíðuna http://www.crussis.com har til ber at kann berti hetta serliga fluttningafar, sum í Onglandi verður kallað footbike.