Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 25.09.2017 (15:58)

Á Skálafjørð við springarum

Í løtuni eru einir 8-9 bátar hjá tveimum bólkum av springarum í Nólsoyarfirði.

 

Jón Johansen, grindaformaður, er við í rakstrinum úti í fjørðinum, og hann sigur, at boðini úr Havn eru, at springararnir skulu ikki haldast til í Sandágerði.

 

- Vit hava havt samband við grindaformenn á Skálafjørðinum, og avgjørt er at royna at reka springararnar inn á Skálafjørð og halda teimum til har.

 

Jón Johansen sigur, at í fyrstani varð hildið, at talan var um einar 150-200 springarar í einum bólki, men síðan er bólkurin líka sum farin í tvey.

 

Grindaformaðurin sigur, at Nólsoyarfjørður í løtuni rekur suður, og tí noyðast teir líka sum at trýsta bólkarnar norður gjøgnum fjørðin.

 

- Vit hava framvegis fatur í báðum bólkunum, nú vit nærkast Skansagrynnuni, og vit vóna, at tað fer at eydnast at halda saman upp á bólkarnar norðureftir, sigur Jón Johansen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her