Ábyrgd og skylda hjá okkum at finna loysnina

Løgmaður er framvegis bjartskygdur, hóast alt tykist standa í botni hjá Javnaðarflokkinum

– Eg haldi, at vit fara at klára at mýkja støðuna so mikið, at vit fáa málið ígjøgnum.

 

Løgmaður er framvegis bjartskygdur, hóast alt tykist standa í botni hjá Javnaðarflokkinum, sum enn ikki hevur funnið semju innanhýsis um tað, sum øll í samgonguni hava skrivað undir uppá, at tey eru samd um. Hann er eisini bjartskygdur, hóast tað í nátt miseydnaðist at víðka samgonguna við teimum báðum tingsessunum hjá Miðflokkinum.

 

Men hví rukku samráðingarnar ikki á mál?

  

– Vit kunnu ikki rógva aftur á aftur tey málini, sum longu eru avgreidd í Løgtinginum, og vit kunnu ikki ganga frá teimum semjum, sum vit hava gjørt við eitt nú Sjálvstýrisflokkin og Sonju Jógvansdóttir.

 

Tað sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður, í kjalarvørrinum av, at samráðingarnar við Miðflokkin um at víðka samgonguna slitnaðu í nátt.

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við in.fo í nátt, at samgongan vildi ikki í nóg stóran mun ganga ynskjunum frá Miðflokkinum á møti, hvørki á etiska økinum ella í sambandi við nýggju fiskivinnunýskipanina.

 

Onnur mál, sum Miðflokkurin eisini vildi eisini hava við í nýtt samgongugrundarlag, var fólkaatkvøða um hjúnabandslógina, at neit til fosturtøku og deyðshjálp í stjórnarskipanina, og at har skuldi standa, at Føroyar eru eitt kristið land.

 

Løgmaður sigur, at ætlanin um at víðka samgonguna er slept, og at hann ikki tosar við aðrar flokkar um tað.

 

– Eg trúgvi og vóni og vænti, at vit fara at finna eitt felags stev, og at vit fáa málini avgreidd. Tað er okkara skylda og ábrygd at loysa stóru málini, sum politikarar hava tosað um í 15-20 ár. Tey eru á gáttaini. Nú er bara at fáa tey um um gáttina. Eg haldi, at vit skulu gera alt, sum liggur í okkara makt at fáa hesi mál avgreidd, sigur løgmaður.

 

Spurdur hvat tað er, sum skilir teir báðar tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarna Hammer frá restini av samgonguni, vil løgmaður einki siga.

 

– Nei, eg haldi ikki, eg fari at viðgera tað alment. Hetta viðgera inni í Javnaðarflokkinum og í samgonguni, sigur hann.