Leita á in.fo

Mortan Østerø 10.08.2017 (21:55)

- Aðru ferð vit arbeiða saman

Í tipi-tjaldinum í tjaldbygdini stendur parið Pætur Rasmussen og Ingibjørg Hanusardóttir Reinert handan søludiskin, har millum annað suppa er at fáa.

 

- Suppan er avgjørt eitt hitt hjá teimum køldu gestunum, sum koma inn at kroka, sigur Ingibjørg, júst sum ein kundi bíleggur suppu frá henni.

 

Teimum báðum dámar væl at fara á Summar Festival, tá ið tað liggur fyri.

 

- Hetta er nokk aðru ferð, at vit arbeiða samstundis fyri at fáa atgongumerki til hinar dagarnar. Tað er fínasta slag, sigur Pætur.

 

Tey skulu standa í tjaldinum inntil klokkan fimm í morgun, men gleða seg til komandi dagarnar, tá ið tey sleppa á konsertirnar.

 

- Tað er serliga TOTO vit gleða okkum til, haldi eg. Og síðani alt tað føroyska, sum man kann syngja við til. Sovorðnir sum Páll Finnur Páll fá altíð fjøldina við. Tó eru tað helst løg sum Hold the Line og Rosanna, ið verða tað stuttligasta at uppliva á Vágsbøi, sigur Pætur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her