Ætla at lata apotek upp í Vágum

Avgerð er tikin um at lata apotek upp í Vágum.

Í hesum sambandi skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágoynni.

 

Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran.

 

At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.

 

Nærri kunning fæst um útboðið her: LEIGUMÁL TIL APOTEKSVERKIÐ

 

Freistin er 30. apríl 2024 klokkan 14.

 

(Kelda/tekstur: Heilsumálaráðið)