fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 13.03.2018 (16:53)

Ættleiðingarlógin fer nú í løgtingið

- Frameftir fáa føroysk foreldur, ið ættleiða, holla ráðgeving bæði undan og eftir ættleiðingina. Hetta er ein av broytingunum í nýggju lógini um ættleiðing, sum verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum mikudagin. Á ólavsøku verður familjurættarliga økið føroyskt málsøkið og er lóggávan um ættleiðing ein partur av yvirtøkuni. Nýggja lógin er øll á føroyskum máli og inniheldur fleiri nýggjar ásetingar, sum ikki eru í galdandi lóg. 

 

 

 

Tað skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið á heimasíðuni í dag. Víðari greiða tey frá, at tað tekur tíð og tilfeingi at byggja upp egna skipan við ættleiðingarmiðling og tí verður í fyrstu syftu samstarv skipað við danskar myndugleikar um fremmanda ættleiðing. Lógaruppskotið, sum Sirið Stenberg landsstýriskvinna hevur lagt fyri Løgtingið gevur heimild til at skipa hetta samstarv.

 

 

- Soleiðis tryggjar lógin rættindini hjá teimum, ið longu er góðkend sum ættleiðarar og bíða eftir at fáa barn í uppskoti, samstundis sum tey, ið frameftir ynskja at ættleiða, koma í eina dygdargóða og roynda ættleiðingaskipan. Í nýggju lógini um ættleiðing verða krøv sett um luttøku á ættleiðingarfyrireikandi skeiði til tess at tryggja, at ættleiddu børnini koma til so vælfyrireikaðar familjur, sum til ber. Hetta er ein broyting, sum eitt nú Ættleiðingarfelagið hevur spurt eftir og ein skipan, sum longu er galdandi í grannalondum okkara. Tað verður Gigni, sum fer at hava uppgávuna at skipa fyri hesum skeiðum, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið. 

 

 

 

- Tað er av alstórum týdningi at tryggja eina vælvirkandi ættleiðingarskipan í Føroyum til frama fyri ættleidd børn og ættleiðarar. Hetta lógaruppskotið hevur við sær, at núverandi skipan verður ment, eisini fyri betur at lúka altjóða krøv, sum Føroyar eru fevndar av, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking. Eisini verður ásett í lógaruppskotinum, at Gigni skal bjóða ættleiðingarforeldrum eina obligatoriska ráðgeving beint áðrenn og beint aftan á sjálva heimtøkuna av barninum, umframt at ættleiðingarforeldur fáa í boðið eitt tilskilað tímatal av ráðgeving, meðan ættleidda barnið veksur til og fram til tað er 18 ár, skrivar ráðið. 

 

 

 

Í Føroyum eru lutfalsliga nógv ættleidd børn í mun til fólkatalið. Í dag eru 122 ættleidd børn í Føroyum undir 18 ár. Seinastu fimm árini eru umleið fýra børn komin til Føroyar hvørt ár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her