fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2017 (09:21)

Aftur stormur í morgin og ovurmorgin

Ein veikur hátrýstsryggur av vestri fer fram við okkum og hevur brúgvaløg við sær. Mikudagin til leygardagin blæsir køld luft við kavaælum inn yvir landið av útnyrðingi og norðri.

 

Í dag

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum mikukvøldið hækkar í ein útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, serliga í kvøld. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum øtlar upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, um náttina upp í storm í hvirlunum, 25 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, sum frá líður við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Hósdagin

Hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi og norðri, 15 til 20 m/s, eitt skifti upp í storm, 23 m/s og í hvirlunum upp í hvassan storm, upp í 28 m/s. Um náttina makar hann vindin aftur niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaælingur og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaælingur og hitin millum 2 kuldastig og frostmarkið.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaælingur og hitin um frostmarkið.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum øtlar út á seinnapartin. Í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og frostmarkið.