Afturkalla spanskar pylsur

Pakkar við skornum pylsu, sum eru seldir í Føroyum, er skeivt merktir og verða afturkallaðir.

Heilsufrøðiliga Starvsstova boðar frá, at pakkar skivuskornari pylsu "Chorizo Extra" og "Salchichon Extra" eru merktir skeivt. Vøran er framleidd fyri fyritøkuna Delidrengene.

"Chorizo Extra" er merkt skeivt við kunningini: ”Indeholder ikke soya” á framsíðuni, sjálvt um vøran inniheldur soja. "Salchichon Extra" er merkt skeivt við kunningini: ”Helt uden allergener” á framsíðuni, sjávt um vøran inniheldur soja og mjólkaprotein.

– Vørurnar eru merktar rætt í tilfarslistanum á baksíðuni, men afturkallast, tí vandi er fyri at brúkarar ikki síggja allergen-merkingina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Ráðini eru sum altíð at beina vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.