Leita á in.fo

Barbara Holm 25.09.2017 (20:01)

Afturum Taks: Fiktión, ósamsvar og sjálvverja

Í málinum um skattafrádráttin hjá Eik hevur Taks stjórin Eyðun Mørkøre alment sagt frá, at tey hjá skattavaldinum ikki hava kent seg villleidd av Eik Banka (nú Betri Banka) í nógv umrødda skattamálinum.

 

Hetta hevur hann sagt eftir at hann sjálvur hevur meldað málið til løgregluna eftir boðum frá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á Taks, sum varð settur at kannað skattamálið – bæði við atlitið til Eik banka og við atliti til, hvørt Taks hevur røkt sína skyldu nóg væl.

 

Til tann seinna spurningin í málinum vísir fulla innlitið í kanningina hjá Bárði Larsen, sum Sosialurin nú hevur fingið hendur á, at Bárður Larsen er sera hvassorðaður um tað, sum gekk fyri seg hjá Taks í hesum tíðarskeiði.

 

Spurdu Skat um hjálp

Eitt punkt hjá Bárði Larsen er skrivið, sum Taks sendi til danska Skat í august 2016. Í hesum spyr Taks donsku starvsfelagarnar um ráð um, hvussu sleppast kann undan at taka eina nýggja avgerð í skattamálinum – sum gav Eik banka 500 milliónir í skattafrádrátti. Taks vildi hava ráðgeving um, hvussu avgerðin kundi broytast heldur enn at setast úr gildi. Bárður Larsen vísir til svarið frá danska Skat og sigur, at danska starvsfólki dugir at síggja, at hendan grundgevingin, sum hann hjálpir Taks við, er eitt sindur veik, tí at enda vísir viðkomandi á, at um man roynir at “broyta” niðurstøðuna heldur enn at taka eina nýggja niðurstøðu, so verður tað helst funnist at. “Der skal således formuleres argumenter for, hvorfor Taks ikke på daværende tidspunkt har forholdt sig til dette – hvad er årsagen til, at man nu – på et senere tidspunkt – mener at de skattemæssige værdier er anderledes??”, spyr Skat starvsfelagarnar í Føroyum um.

 

Bárður Larsen vísir á grundgevingar hjá Taks fyri, at man vildi broyta avgerðina heldur enn at ógilda hana. Men víðari skrivar hann:

 

“Tað er nærliggjandi at meta hesa konstruktión at vera eina fiktión meira enn eina reella niðurstøðu. Tað mest reella vildi verið at sagt, at avgerðin 30.juni 2015 (fyrra avgerðin, red), var endalig, men at hon var ógildug, tí hon var ikki nøktandi upplýst, og at hon tí átti at verið afturkallað. “, skrivar Bárður Larsen.

 

Hetta seinasta brotið, har Bárður Larsen vísir á, at man skuldi sagt, at avgerðin frá juni 2015 var ógildað tí hon ikki var nøktandi upplýst, er serstakliga áhugavert.

 

Tí eftir at málið varð meldað til løgregluna hevur Eyðun Mørkøre sagt, at hann ikki upplivir tað sum, at Eik hevur afturhildið upplýsingum fyri Taks og at hann sum stjóri hjá skattavaldinum metir stovnin verða nøktandi kunnaðan til at taka eina rætta avgerð. Hesum er Bárður Larsen tó ósamdur í.

 

“- Í tíðini fram til 30. juni 2015 eru fleiri týðandi dømi um, at Eik afturheldur upplýsingum og teknar eina villeiðandi mynd av málinum”, skrivar Bárður Larsen.

 

 

Mótsiga sær sjálvum

Meðan Eyðun Mørkøre heldur, at Taks ikki er villleitt í málinum, so er eitt beinleiðis mótsigandi í hasum, at eitt skjal, sum grannskoðararnir hjá Eik (Spekt) vildu hava Eik at senda til Taks í sambandi við málið, gjørdist tað avgerðandi í endaligu støðutakanini hjá skattavaldinum.

 

Tað merkir, at Spekt gjørdi eitt upprit í 2014 um skattamálið, har teir sáddu iva um, hvørt Eik yvirhøvur hevur rætt til skattafrádráttin. Men heldur enn at senda hendan spurningin víðari til skattavaldið, so spurdi Eik HVUSSU man kundi draga tapið á 500 milliónir frá, og ikki UM man kundi draga tað frá.

Í fyrstu atløgu – á sumrið 2015 – eydnaðist tað eisini hjá Eik at fáa viðhald í, at man átti rætt til skattafrádráttin.

 

Men í seinnu atløgu – í februar 2017 – var tað júst hendan áskoðanin hjá Spekt, sum saman við øðrum skjølum lá til grund fyri, at Taks broytti meining og segði 0 krónur í goodwill. Eitt hugtak, sum Bárður Larsen eisini er sera atfinningarsamur ímóti í frágreiðingini.

 

“- Júst tey skjølini, sum Spekt og onnur eggjaðu leiðsluni í Eik til at geva Taks í 2013, vístu seg at vera avgerandi fyri málið", skrivar bráðfeingisstjórin

 

Víðari vísur Bárður Larsen á tað heldur undrunaverda í argumentatiónini hjá Taks í hesum málið.

 

“- At Eik fram til fyrru avgerðina 30. juni 2015 afturhelt upplýsingum og teknaði eina mynd av málinum fyri Taks, ið var egnað til at geva eina ófullfíggjaða og skeiva mynd av málinum, tað váttar eisini seinna tilgongdin í málinum, tá ið málið tíðliga í 2016 verður tikið upp aftur. Eitt nú skriv frá Taks til Eik dagfest 8. mars 2016, har Taks setir fram eina rættiliga detaljeraða umbøn um upplýsingar, kann bara tulkast so, at har vóru nógvir upplýsingar, sum vóru týðandi fyri avgerðina, ið Taks ikki hevði fingið fram til fyrru avgerðina 30. juni 2015”, skrivar Bárður Larsen.

 

Eisini skrivar Bárður Larsen aðrastaðni í frágreiðingini soleiðis:

 

“- Víðari er ringt at fata slíkt skriv (spurningar til Fíggjarligt Støðufesti sendir í mai 2016, red) sum annað enn dømi um, at Taks ikki sjálvt kann hava hildið málið nóg væl upplýst í fyrru fasuni”, skrivar Bárður Larsen. Málið er nú meldað til løgregluna og nú skal støða takast til, um málið skal roynast í rættinum. 

 

 

In.fo hevur í dag roynt at fingið viðmerking frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Ætlanin var at spyrja Kristinu Háfoss, um hon framvegis hevur álit á stjóranum í Taks, eftir at Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri, er komin við so lemjandi atfinningum av stovninum, har hann millum annað kemur eftir, at Taks-avgerðin frá februar í ár er "fiktión heldur enn veruleiki". Men tað hevur enn ikki eydnast at fáa viðmerking frá Kristinu Háfoss. 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her