fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 09.01.2018 (16:58)

Áheitan frá foreldum til Fíggjarmálaráðið, KAF og Føroya Pedagogfelag

Til Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag

 

Vit vilja við hesum heita á partarnar, t.e. FMR, KAF og Pedagogfelagið, um at sessast við samráðingarborðið sum skjótast fyri at loysa trætuna, sum í stóran mun leggur samfelagið lamið, soleiðis at øll kunnu fáa sín vanliga gerandisdag aftur.

 

 

Námsfrøðin er ein av hornasteinunum undir vælferðarsamfelagnum, og tí mugu partarnir hava allar samfelagsligu avleiðingarnar í huga. Kavabólturin er farin á rull, og hann rullar millum partarnar, men tað sum partarnir ikki tykjast geva sær far um er, hvat kavabólturin tekur við sær, meðan hann rullar. Verkfallið ávirkar ikki bert námsfrøðingarnar og børnini, ið ikki sleppa á stovn.

 

 

- Foreldur eru í vanda at missa teirra starv, um tey ikki hava feriu til góða, avspáking ella aðrar ágóðar, ið arbeiðsgevarin loyvir. T.e. at taka børnini við sær til arbeiðis ella arbeiða heimanífrá.

 

 

- Arbeiðsgevarin missir arbeiðsmegi, antin við at starvsfólk verða burturstødd ella børnini eru við, ið ávirkar inntøku, botnlinju og framtíðar íløgur hjá feløgum. - Fíggjarliga orkan hjá meiniga borgaranum gerst minni og hetta ávirkar eisini vinnuna.

 

 

- Børn við serligum tørvi verða ekskluderaði úr fólkaskúlanum. Øll hava tørv á einum støðugum og vanabundum gerandisdegi, og drúgva verkfallið/verkbannið kann hava avleiðingar, ið geva afturstig í læringini og menningini hjá børnunum.

 

 

Vágar, tann 8. januar 2018

 

 

Vegna Foreldraráðið í Sóljugarði í Sandavági Foreldraráðið í Alvalon/Sýslan í Sørvági Foreldraráðið í Smílikulluni í Miðvági Foreldraumboðini fyri skúlastýrið á Giljanesi Foreldraumboðini fyri skúlastýrið í Sørvági


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her