Airbnb, atljóða tænastan, sum veitir gistingar í privatum heimum, hevur avlýst eina kapping um at gista uppi á Kinesiska Múrinum.
Stór mótstøða var ímóti kappingini í Kina, og ákærur um vantandi virðing fyri týdingarmiklum fleiri túsund ára gomlum mentunararvi.
Tað var landsluturin Yanqing, sum skuldi havt veirð vertur, men har siga emnætisfólk nú, at tey ongantið hava givið loyvi til ætlanina.
Ætlanin var at lata gestir sova í einum rúmi í einum av tornunum á múrinum uttan at gera skaða á sjálvan múrin, lovaði amerikanska tænastan.
Tænastan hevur roynt nakað tilsvarandi í øðrum londum, men í Kina slepuur Airbnb ikki víðari við ætlanini.
/ritzau/AFP