fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.11.2017 (15:15)

Ákærdur fyri at hava tjattað fúlt við smádrong

Ein 18 ára gamal drongur var í Føroyar rætti í dag, ákærdur fyri at hava tjattað fúlt við ein smádrong og biðið hendan sent sær nakinmyndir.

 

Hendingarnar fóru fram frá tí at ákærdi var 16 til hann var 18 ára gamal. Drongurin var 11 ára gamal, tá teir byrjaðu at tosa saman umvegis Facebook.

 

Hóast ákærdi unglingin fleiri ferðir bað dreingin senda sær nakinmyndir, noktaði drongurin hvørja ferð. Ákærdi tosaði eisini við drongin um onnur kynslig viðurskifti, men frá samskiftinum teirra millum tykist greitt, at drongurin ikki heilt visti, hvat unglingin tosaði um.

 

Tjattið teirra millum bleiv uppdagað, tá drongurin ein dagin gloymdi at logga av Facebook á telduni. Tá sóu foreldrini, hvat teir báðir prátaðu um og valdu at melda málið til løgregluna.

 

Av tí at bíðað enn verður eftir eini meting frá psykiatriska deplinum, verður dómur ikki sagdur í málinum enn. Spurningurin um skuld verður tó avgjørdur í næstu viku.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her