Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (08:45)

Ákærdur fyri fleiri lógarbrot fyri at sigla við ferðafólki

 Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skiparanum og eigaranum á skjóttgangandi Rib - báti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli í fjør.

 

Løgreglan sigur í eini fráboðan í morgun, at tey frættu um hendingina eftir at ein kvinna fekk ein stoyt undir siglingini og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Løgreglan gjørdi av at taka málið upp, men slík mál hava ikki verið í Føroyum áður, og tí er óvissa um, hvør revsingin skal verða. Sostatt er málið nú sent Føroya Rætti at taka støðu til.

 

Eftir at málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, hevur ákæruvaldið gjørt av at reisa ákæru ímóti eigaranum og skiparanum fyri fleiri lógarbrot, tí trygdini hjá ferðafólkinum var ikki ílagi.

 

Í hesum sambandi er skiparin og eigarin, ákærdur fyri at:

– manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð 

– hann ikki hevði størra dugnaskaparsprógvið í siglinghann ikki hevði góðkent trygdarskeið fyri sjófólk

– hann ikki hevði heilsuváttan fyri sjófólk, og

– tí persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing ikki var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW.

 

Felagið, sum eigur bátin, er eisini ákært fyri at brota kunngerð um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her