Ákærdur fyri óvilja manndráp á 95 fólk

David Duckenfield, fyrrverandi løgregluovasti, hevði ábyrgd fyri løgregluni á Hillsboroug Stadion hendan dagin, tá ræðuleikarnir fóru fram í 1989. Hann verður nú ákærdur fyri óviljað manndráp á 95 menn, kvinnur og børn

David Duckenfield, fyrrverandi løgregluovasti, hevði ábyrgd fyri løgregluni á Hillsboroug Stadion hendan dagin, tá ræðuleikarnir fóru fram í 1989. Hann verður nú ákærdur fyri óviljað manndráp á 95 menn, kvinnur og børn

 

Familjurnar hjá 96 deyðum á Hillsborough Stadion fáa nú endurreisn. Løgreglufólk verða ákærd 28 ár eftir.

 

Bretski ákærumyndugleikin ákærir nú seks fólk, herundir ein løgregluleiðara í Yorkshire, fyri ræðuleikan á Hillsborough stadion í 1989. Tað skriva bretskir miðlar.

 

96 viðhaldsfólk úr Liverpool vórðu tá kleimd til deyðis. Tey vóru á yvirfylta stadion í Sheffield fyri at síggja hálvfinaluna í ensku FA Cup í fótbólti millum Sheffield Wednesday og Liverpool.

 

Løgreglan gav í 1989 fyrst fullum áskoðarum skuldina. Tað var ein frágreiðing, sum familjurnar hjá teimum deyðu og nógv í Liverpool alltíð hava hildið verið skeiva. Tey hava í fleiri ár arbeitt fyri, at onkur skuldi setast til svars.

 

– Eg havi gjørt av, at nóg mikið av prógvum eru til at ákæra seks persónar fyri brot á revsilógvina, sigu Sue Hemming frá ákærumyndugleikanum.

 

David Duckenfield er fyrrverandi løgregluovasti, sum hevði ábyrgd fyri løgregluni á Hillsboroug hendan dagin, tá ræðuleikarnir fóru fram. Hann verður ákærdur fyri óviljað manndráp á 95 menn, kvinnur og børn.

 

96. offrið doyði ikki fyrr enn fýra ár seinni, og vegna firningarreglur verður Duckenfield ikki ákærdur í hesum málinum.


Trýst her fyri at síggja sendingina: BBC Panorama 2013: Hillsborough Disaster. How They Buried the Truth.

 

Hini fimm ákærdu eru løgreglufólk, ein løgfrøðingur, sum hevur arbeitt fyri løgregluna, og ein trygdarmaður á Hillsborough stadion.

 

Ákærurnar ímóti teimum eru um at tarnar rættvísari rættargongd, ikki at fylgja trygdarreglum og fyri at misrøkja almenn embæti.

 

/ritzau/