Ákæri peikar á Trump í máli um pengar fyri at tiga

Trump bað fyrrverandi advokat sín um ólógliga at gjalda Stormy Danielsen pengar, sigur ákærumyndugleikin.

 

Amerikanski ákærumyndugleikin nevnir fyri fyrstu ferð beinleiðis Donald Trump forseta í einum máli um pengar, sum ólógliga skuldu fáa tvær kvinnur at tiga um kynsliga samband sítt við forsetan.

 

Tað sæst í rættarskjølum, har ákærumyndugleikin millum annað grundgevur fyri fongsulsdómi ímóti fyrrverandi advokatinum hjá Donald Trump, Michael Cohen, og fyrrverandi kampanjuleiðaranum Paul Manafort.

 

Michael Cohen skal ólógliga hava goldið kvinnunum pengar, og tað skal hava verið »samskipað og eggjað av« Trump, siga ákærurnar.

 

Tað er fystu ferð, at ákærurnar beinleiðis seta Trump í sambandi við lógarbrotið. Cohen hevur áður fleiri ferðir sagt, at Trump var partur í málinum.

 

Pengarnir vórðu goldnir pornosjónleikaranum Stormy Danielsen og fyrrrverandi Plaboy-modellini, Karen McDougal. Orsøkin var eftir øllum at døma, at tær høvdu havt kynsligt samband við Trump, og tað kundi skaða hann til forsetavalið í 2016.

 

Cohen játtaði seg sekna í málinum í august í ár.

 

/ritzau/AP