Leita á in.fo

Áki Egilsnes skoraði átta mál og Allan Norðberg skoraði fýra mál, tá lið teirra, KA vann grannauppgerðina ímóti Akureyri (Savnsmynd: vp.fo/Gunnar Skúvadal)

Heri Simonsen 09.12.2018 (00:15)

Áki og Allan vunnu grannauppgerðina

Tað kókaði í Høllini á Akureyri, tá grannauppgerð var í bestu mansdeildini í hondbólti millum KA og Akureyri.

 

Tað endaði við, at KA vann 26-25. Í steðginum var KA á odda 18-14. Akureyri skoraði til 25-26 tá bert 15 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist KA at halda uppá bóltin seinastu sekundini, og harvið vinna ein ógvuliga góðan sigur í grannauppgerðini.

 

Føroyingarnir í KA, Áki Egilsnes og Allan Norðberg gjørdu sítt. Áki Egilsnes skoraði ikki færri enn átta mál, og gjørdist toppskjútti hjá KA. Allan Norðberg fekk fýra mál, og skoraði føroyingarnir næstan helvtina av málunum hjá KA. Morgunblaðið skrivar, at í fyrra hálvleiki skoraði Áki næstan mál eftir vild. 

 

KA spælir seinasta dystin undan jólasteðginum ímóti Haukum á útivølli. Dysturin verður spældur sunnudagin 16. desember.

 

Støðan í Ólisdeildini:

 

1Haukar11722323:30016
2Selfoss11722311:28916
3Valur11722297:26116
4FH11632312:29915
5Afturelding11533300:29513
6Stjarnan11605310:30712
7ÍR11335283:2959
8KA11326280:2968
9ÍBV11326314:3208
10Fram11317281:2997
11Grótta11227257:2796
12Akureyri11227277:3056

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her