fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA taptu odda- og grannadystin ímóti Akureyri í kvøld

Heri Simonsen 13.02.2018 (22:15)

Áki og KA taptu oddadystin á Akureyri

Í kvøld spældu Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA frammanfyri 1.100 áskoðarum odda- og grannadyst ímóti Akureyri í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Akureyri vann dystin 24-20. Í steðginum var Akureyri á odda 11-8. 

 

Áki Egilsnes sum undan dystinum í kvøld hevði skotið 55 mál fyri KA fekk tvey mál í dystinum í kvøld. Í dystinum fekk Áki eisini eina tveir minuttirs útvísing.

 

Sigurin merkir, at Akureyri er trý stig frammanfyri KA.

 

Komandi hóskvøld hevur KA heimadyst. Mótstøðuliðið verður Þróttur, sum er nummar fimm í deildini.

 

Støðan í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini:

 

1Akureyri13  1111      353:27423
2KA131003318:26320
3HK13904373:32918
4Haukar U13814346:29317
5Þróttur13724341:29916
6Valur U12525290:27612
7ÍBV U12417307:3429
8Stjarnan U12408282:3258
9Mílan131111263:3513
10Hvíti riddarinn120012274:3950

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her