Akkurát líka nógv skúlabørn í ár sum í fjør

Talið á skúlabørnum í fólkaskúlanum og frískúlunum er í dag 7.027. Tað var tað eisini síðsta skúlaár.

 

Tað skrivar Skúlablaðið í dag:

 

– Nokkso stuttligt, at tilvildin vildi, at talið er nett tað sama sum seinasta skúlaár. Í 2017/18 eru 6.864 næmingar í fólkaskúlanum og 163 í frískúlunum. Í 2016/17 vóru 10 fleiri næmingar í fólkaskúlanum – 6.864 – enn hetta skúlaárið, men 10 færri næmingar í frískúlunum – 153, og soleiðis er samlaða talið vorðið akkurát tað sama í 2017/18, tí at 163 næmingar eru í frískúlunum.

 

Skúlablaðið skrivar, at tað undrar summi, at skúlabarnatalið stendur mest sum í stað, meðan fólkatalið í landinum veksur.

 

– Vit eru farin um tey 50.000, men kortini hevur tað víst seg, at nakað bendir á, at talið á skúlabørnum minkar heldur enn at vaksa.

 

Blaðið skrivar, at sambært Hagstovu Føroya hava kvinnur í barnførum aldri útsett – og sostatt hækkað – aldurin hjá sær at eiga børn. Og tó kunnu vit staðfesta, at grundin til, at fólkatalið í Føroyum veksur, er, at nettotilflytingin hevur verið størri tey seinnu árini enn nettofráflytingin. Ein natúrlig avleiðing av, at tíðirnar eru vorðnar nógv betri enn í teimum undanfarnu búskaparligu kreppuárunum.

 

Menn og kvinnur í ávikavist arbeiðs- og barnførum aldri flyta heimaftur, tí at vit skulu minnast til, at nettupp hesin parturin av fólkinum framvegis flytur uttanlands at lesa og arbeiða.

 

Av øðrum orsøkum nevnir skúlablaðið økta útboði av lestraríbúðum, sum nærkast. At kvinnur í barnførum aldri hava útsett tað at eiga børn, til tær eru í tríati og fýratiárunum. Og triða lagi nevnir Skúlablaðið sum orsøk, at vit gerast alsamt eldri.

 

Greini í Skúlablaðnum kann lesast her: Talið á skúlabørnum støðugt