Aksel ger sum Nyrup gjørdi í 1997

Í 1997 setti Poul Nyrup Rasmussen 71 ára gamla býkongin í Århus sum innanríkisráðharra

Við Heðini Mortensen sum landsstýrismanni fær Aksel V. Johannesen ein sera royndan politikara aftur at liðnum í Tinganesi. Heðin Mortensen hevur verið politikari síðani hann varð valdur í Tórshavnar býráð á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gong í 1972.

 

Hann hevur verið valdur á øllum býráðsvalum síðani. Í 1988 stillaði hann upp fyri Sambandsflokkin og í 2008 fyri Javnaðarflokkin og afturvaldur bæði í 2012 og 2016 við met nógvum atvkøðum.

 

Í 1998 varð Heðin Mortensen valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Hann var afturvaldur í 2002, men fall á valinum í 2004. Í 2015 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið og varð valdur.

 

Við at velja ein so royndan politikara – ein býarkong, so ger Aksel V. Johannesen tað sama sum Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, gjørdi í 1997, tá hann útnevndi borgarstjóran og býkongin í Århus, Thorkild Simonsen, sum innanríkisráðharra.

 

Thorkild Simonsen var tá 71 ára gamal, og tá varð hildið, at hann bara fór at sita tað, sum eftir var av valskeiðnum. Men so var ikki. Tá Poul Nyrup Rasmussen skipaði fjórðu stjórn sína eftir fólkatingsvalið í 1998, var 72 ára gamli Thorkild Simonsen aftur á ráðharraliðnum. Hann gavst sum ráðharri, tá hann var næstan 74 ára gamal í 2000.

 

Í fyrstu syftu fær Heðin Mortensen møguleikan at sita fram til komandi løgtingsval, sum verður í seinasta lagi 30. august næsta ár. Um eingir snávingarsteinar vera á leiðni, so verður løgtingsvalið helst ikki fyrr enn í august. Havandi í huga sløku undirtøkuna hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningum, so er verður einki løgtingsval skrivað út í ótíð – og til ta tíð hevur Heðin Mortensen kanska greitt málið um innkoyringarvegirnar báðu megðin Eysturoyartunnlin?