Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 22.06.2018 (12:19)

Alex Bærendsen deyður av vanlukku

Ein syrgilig arbeiðsvanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í gjár kostaði eitt mannalív. Talan er um kenda sangaran Alex Bærendsen.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at vanlukkan hendi um 16.10-tíðina í gjár. Løgreglan og Arbeiðseftirlitið hava verið á staðnum.

 

– Vanlukkan hendi, tá ein arbeiðslyfta, sum koyrir á hjólum, koyrdi á mannin, sum læt lív av stoytinum.

 

Alex Bærendsen, sum var ættaður úr Trongisvági, var ein framúr góður og vælumtóktur gospel- og countrysangari.

 

Hann var við í Nicodemus-sangbólkinum og luttók eisini á øðrum útgávum hjá M.C. Restorff, men best kendur var hann fyri sínar egnu framførslur og útgávur. Tey fyrru árini ofta einsamallur við gittara og sangi.

 

Alex Bærendsen hevur eisini givið tónleik út sjálvur, og hann var ein tann fyrsti føroyingurin, sum fór til Nashville í USA at gera innspælingar. Í áttati árunum var sangurin Barnaminni hjá Alex fastur táttur í Kvøðuljómunum í Útvarpinum, og Alex hevur eisini lagt rødd til sangir sum Til Minnis, Sum Ein Roykur, Eigur Tú Ei Vinir Kendar og aðrar sangir.

 

Eina kendast og best móttikin mundi vera útgávan Jólagleðin, ið kom í 1990. Henda útgáva, ið var eitt samstarv við Óla Poulsen, verður av mongum mett sum tann ultimativa føroyska jólaútgávan og verður enn nógv spæld um jóltíðir.

 

Alex Bærendsen hevur eisini seinnu árini havt framførslur til ymisk tiltøk heima og niðri, og hann hevur fleiri ferðir sungið saman við dóttir síni, Kristinu Bærendsen, sum telist millum bestu songkvinnur, vit eiga her á landi.

 

Alex Bærendsen gjørdist 55 ára gamal.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her