fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

18.05.2018 (08:00)

Ali- og matvørueftirlit

Vit søkja eftir einum djóralæka og einum náttúruvísindaligum fólki. Einum djóralækna í fast starv og einum

 

náttúruvísindaligum starvsfólki tíðaravmarkað í 1 ár til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

 

Arbeiðsuppgávur

 Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð

 Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski

 Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð

• Málsviðgerð í sambandi við løggilding og skráseting av matvørueindum

• Eftirlit og skoðan av góðkendum matvørueindum á heimamarknaðinum, vatnverkumog fiskavørum til    inn- og útflutning.

 

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist.

 

Krøv til útbúgving og førleikar

• Djóralækni

 Fiskaheilsukandidatur

 Matvørukandidatur

 Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving.

 

Um møguligt verður djóralækni settur í bæði størvini.

Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:

 kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva

 sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing

 dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli

 hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir

 kann arbeiða nógv úti kring landið

 hevur koyrikort til bil.

 

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á ali- og matvøruøkinum. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

 

Setanarviðurskifti

Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv og eitt tíðar-avmarkað starv í 1 ár. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo. 

 

Umsókn

Umsóknir til størvini við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs(at)hfs.fo, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 1. juni 2018. Viðmerk, um søkt verður um fast starv og/ella avloysarastarv.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.

Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru nú 2 djóralæknar.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her