Leita á in.fo

Tá formansskapurin í grønlendska landstinginum var í Føroyum, var hetta ein serstøk hending fyri Alice Betty Jakobsen.

Vilmund Jacobsen 08.02.2019 (20:18)

Alice trímenningur tveir tingformenn

Tá formansskapurin í grønlendska landstinginum var í Føroyum um dagarnar og hitti formansskapin í okkara løgtingi, var hetta ein serstøk hending fyri Alice Betty Jakobsen í Skálavík.

 

Og vit kunnu saktans siga, at hetta eisini er ein serstøk lítil søga til okkum øll.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at Alice Betty Jakobsen um pápa sín, Niels Edvin Ørvarodd, sum var av Sandi, er trímenningur Páll á Reynatúgvu, sum er formaður á Føroya løgtingi.

 

Og um mammu sína, Juliu Motzfeldt Ørvarodd, sum var grønlendsk, er Alice Betty Jakobsen eisini trímenningur grønlendsku landstingsforkvinnuna, Vivian Motzfeldt, sum vitjaði formansskapin í løgtinginum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her