fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Ringarnir hjá Marine Harvest á Sandsvág, toldu herviligu ódnirnar á jólum - men tað gjørdi laksurin ikki

Áki Bertholdsen 09.01.2017 (14:43)

Alingin á Sandsvág toldi ikki ódnarveðrið

Alingin á Sandsvág toldi ikki ódnarveðrið á jólum.


Tað mugu tey á Marine Harvest, sum eiga aliringarnar á Sandsvág, ásanna.

 

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Marine Harvest í Føroyum, sigur, at tá ið teir kannaðu málið eftir ódnirnar, sum herjaðu á jólum og ímillum jóla og nýggjár, komu teir eftir at ein partur av laksunum í teimum báðum ringunum, er deyður.

 

Hann vil ikki siga, hvussu stórur partur er deyður, men hann sigur, at tað var ein góður partur, sum doyði.
Tann deyði laksurin er tikin og malin, og restin er tikin og slaktað. Annars skuldi laksurin takast í apríl ella í mai.

 

Marine Harvest hevði tveir ringar á Sandsvág við 50.000 laksum í hvørjum ringi.

 

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at tað var ein øgilig alda og ógvuliga harður streymur, tá ið ódnirnar leikaðu, og teirra niðurstøða er, at tað hevur laksurin ikki tolt.

 

Mátingar eru gjørdar á Sandsvág í langa tíð, men hetta er fyrsti veturin, tey hava roynt at havt laks í ringunum.

 

Og Hans Jákup Mikkelsen sigur, at tað gleðiliga er, at útgerðin helt hóast tað var av ringasta veðri, bæði ringar, fortoyningar og nótir, og tað merkir, at handverkið var gjørt til lítar, leggur hann afturat.

 

Og hann vil ikki siga, at hetta merkir endin av aling á Sandsvág, tí tað ber als ikki til at siga nakað um tað, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at tey hava mátitól av øllum handa slagi á Sandsvág, bæði at máta aldu, streym, hvussu nótin ber seg at og annað mangt og allir upplýsingarnir skulu nú metast og nágreinast.

 

Samstundis halda mátingarnar á Sandsvág fram. Hann væntar, at tað arbeiðið fer at taka einar tveir mánaðir og tá verður endaliga støða tikin til framtíðaraling á Sandsvág. Og fyrrenn tá vil hann púra einki siga um alingina

 

– Loysnin kann vera at flyta ringarnar longur inn, ein onnur loysn kann vera at seta fiskarnar í ringarnar eina aðra árstíð, ein triðja loysn kann vera at lata fiskin veksa meir, áðrenn hann verður settur í ringarnar.
Og tann mest víðgongda loysnin kann so eisini verða, at steðga við aling á Sandsvág, tí tað er ov harðbalið.


 
Hans Jákup Mikkelsen ásannar, at talan er um eitt fíggjarligt bakkast. Men hetta er ikki verri enn so, enn at hetta klára teir at bera bæði væl og virðiliga.

 

– Alingin á Sandsvág var ein roynd, og har vit hava tikið ymsar vandar við, og eitt felli sum hetta, er eisini ein vági, vit hava tikið við í verkætlanina, sigur hann.