Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 08.11.2018 (21:35)

Allahalgannakonsert við Ljómi

Kirkjukórið Ljómur hevur árligu allahalgannakonsert sina sunnudagin.

 

 

Mortansmessudag kl. 17 hevur Kirkjukórið Ljómur sína árligu allahalgannakonsert.

 

 

Í ár er tað fyrrverandi kórleiðarin Jóannes Nolsøe, sum hevur leitað aftur til heimbygdina at stjórna kórinum.

Hann hevur nú í brátt mong ár starvast sum urguleikari í Danmark.

 

 

Á skránni eru kórsatsir fyri blandað kór, tvísongur og urguspæl.
Konsertin er eisini offurgudstænasta.

 

Enn sum fyrr er stóra hátíðarløtan, tá ið kirkjufólkið fer fram at offra, meðan kendi sálmurin “Nú hvítna tindar fjøllum á” verður sungin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her