Allan og liðfelagarnir eru á gáttini til evropeiska finalu

Valur vann áttamálssigur á Minaur Baia Mare í fyrru hálvfinaluni í European Cup

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava beina kós móti finaluni í European Cup.

 

Í kvøld leikti Valur fyrru hálvfinaluni í European Cup í høllini á Hliðarenda í Reykjavík.

 

Valur vann greiðan sigur 36-28. Í steðginum var Valur á odda 18-14.

 

Allan skoraði trý mál í dystinum.

 

Returdysturin verður leiktur í Rumenia komandi sunnudag klokkan 16. Um Valur tapir við sjey málum ella við færri málum hava teir vunnið seg í finaluna í European Cup.

 

Tað er nógv meira opið í hinari European Cup hálvfinaluni. Fyrra hálvfinalan í Ungarn millum Ferancvaros og grikska liðið, Olympiakos endaði við javnleiki 28-28. Returdysturin verður leiktur í Grikkalandi komandi leygardag.