Allan og liðfelagarnir eru í finaluni í European Cup

Valur vann eisini hálvfinaluna á útivølli móti Minaur Baia Mare úr Rumenia

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali skulu spæla finalur í European Cup móti grikska liðnum, Olympiakos 18. og 25. mai.

 

Valur vann seg í finalurnar í stórum stíli. Valur megnaði eisini at vinna hálvfinaluna móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare á útivølli.

 

Valur vann í dag 30-24. Í fyrra hálvleiki var klassamunur, og var Valur á odda 17-8 í steðginum. Valur vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli 36-28 (18-14). Valur vann sostatt ein samlaðan greiðan 66-52 sigur á Minaur Baia Mare í hálvfinalunum.

 

Allan skoraði eitt mál í dag. 

 

Stóri leikarin hjá Vali í dag var Andri Finnsson, ið skoraði níggju mál.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan:  2:3, 4:7, 5:9, 6:12, 8:17, 11:17, 13:19, 16:23, 19:26, 23:28, 24:30.

 

Valur hevur longu vunnið íslendsku steypakappingina, men teir mugu stríðast fyri at vinna seg í finalurnar um íslendska meistaraheitið.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.40 spælir Valur á heimavølli í Hliðarenda í Reykjavík aðru hálvfinaluna móti Afturelding. Afturelding vann 1. finaluna 28-25 (17-15). So Valur má vinna hóskvøldið.