Allir flokkar vilja hava stóra havn á Sundi

Tað verður trupult hjá kaldbaksfólk og øðrum, sum vilja steðga stóru havnarútbyggingini á Sundi. Tí líkindini fyri, at nakar lurtar eftir teimum, eru sera smá.

 

Tað er eingin flokkur í Tórshavnar býráð, sum er ímóti risastórari havnarútbygging á Sundi. Tvørturímóti vóru allir flokkar í undanfarna býráð fyri, at stór havnarútbygging skal gerast á Sundi, og eingin teirra hevur hugsað um at varðveita Sundsá, ósan ella fjøruna á Sundi.

 

Tað var undanfarna býráð, sum gjørdi av, at grótið úr Eysturoyartunlinum skal brúkast til at víðka um havnarøkið á Sundi. Í samgonguni tá vóru Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Somu flokkar samtyktu eisini stóru havnarútbyggingina í Havn. Tað var bara ein persónur í undanfarna býráð, sum var ímóti havnarútbyggingini í Havn, og tað var Marin Katrina Frýdal, ið sum hin einasta atkvøddi ímóti, tá ætlanin endaliga varð samtykt 4. august í fjør.

 

Vit hava enn ikki hoyrt sjónarmiðini hjá nýggja flokkinum í Tórshavnar býráð, Framsókn. Men formaður floksins, Poul Michelsen, var sum borgarstjóri í Havn frá 1981-1992 tann, sum setti havnarútbyggingina á Sundi í gongd á sinni, tá eisini stór og harðlig mótmæli vóru.

 

Fyri tveimum árum síðani hevði Tjóðveldi í Tórshavnar býráð, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam og Jógvan Arge, uppskot um at byggja risastóra bingjuhavn á Sundi. Tey høvdu eina skitsu, sum vísti, at havnarøkið skuldi verða 170.000 fermetrar til víddar, sum er einar sjey ferðir tað, sum útfyllingin á Sundi í dag er. Sambært tekningunum hjá teimum, so hvarv bæði Sundsá, ósin og fjøran allan vegin frá núverandi útfylling eystur til Kallanes.

 

Lesið eisini tíðargrein í Sosialinum 27. januar 2015: Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi

 

Uppskotið hjá Tjóðveldi var, at ætlanin um at útbyggja Tórshavnar havn var slept og alt farmavirksemið í Tórshavnar havn flutt niðan á Sund.

 

Søgan vísir okkum, at tær røddir í Tórshavnar býráð, so sum tosa um at steðga útbygging á Sundi – um tað so er av náttúruávum ella av fíggjarávum – tagna skjótt.

 

Tí er at kalla eingin vón hjá kalbaksfólki um, at nýggja býráðið í Havn hevur aðrar ætlanir við havnarútbygging á Sundi, enn gamla býráðið hevði. Somu flokkar, 9 av fólkunum eru tey somu, og útbyggingarætlanin á Sundi er hin sama – tó broytt soleðis, at ein ein grønur geiri, sum er 4-6 metrar breiður og 90-100 metrar langur – ella til víddar sum eitt vanligt grundstykki – verður ímillum nýggja og gamla havnarlagið á Sundi.

 

Tíðargreinin hjá tjóðveldisumboðunum í Tórshavnar býráð um havnarbygging á Sundi í 2015 kann eisini lesast á in.fo: Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi